UMVÆLING
LÍTIL UMVÆLING
Sum so mangt annað skulu klaver og flygil eisini sum frá líður umvælast.
Er instrumentið hjá tær ikki heilt uppslitið, er ein lítil umvæling kanska alt ið krevst, fyri at tað kann halda í nógv ár aftrat.
Ein minni umvæling fevnir vanliga um at slípa hamarar, at stilla mekanikkin, møguliga skifta tógva og aðrar slitnar lutir. Í samband við at tú fært klaverið stemmað, ger Frederik Frankfurth vanliga vart við slíkar smáumvælingar og gevur eitt tilboð.
Når du får stemt dit klaver hos os, vil vi normalt fortælle om sådanne småreparationer og give et tilbud. Du kan for resten bestille en klaverstemning ude til højre.
STÓR UMVÆLING
Vit vita av drúgvum royndum, at tað í mongum førum er ógvuliga skilagott at blása nýtt lív í gomul instrument við uppruna í virdum fyritøkum sum Hornung & Møller, Hindsberg, Blüthner eller Bechstein. Fyri at geva eitt innlit í tað stóra arbeiðið, sum liggur í at høvuðsumvæla eitt flygil, lysa vit niðanfyri alt tað, sum skal gerast við eitt flygil í umvælingini.
Ein høvuðsumvæling tekur 5-7 vikur. (Í umvælingartíðini er lagamanni at fáa eitt instrument at ráða yvir)
Tá vit hava fingið eitt gamalt instrument inn, verður alt fyri eitt farið undir at máta bassstreingir, so teir kunnu bíleggjast hjá Hellerbass í Týsklandi. Somuleiðis verða nýggj hamarshøvd bíløgd hjá heimsins fremsta framleiðara av hamarshøvdum, Abel.
- Allir streingir verða tiknir av.
- Trýstið verður mátað.
- Stemminaglar verða
- skrúvaðir upp og mátaðir.
- Jarnramman verður tikin sundur, pussað og nýggjur tógvi verður settur í.
- Sangbotnurin verður bøttur við kílum, um sprungur eru.
- Gamalt lakk verður reinsað av sangbotninum.
- Sangbotnurin verður grundaður 1 ferð og lakkaður 3 ferðir.
- Jarnramman verður sett saman, og trýstið verður mátað av nýggjum.
- Nýggir streingir og stemminaglar verða settir í.
- Instrumentið verður stemmað upp í uml. 5 ferðir.
MEKANIKKURIN VERÐUR UMVÆLDUR
- Hamarshøvd verða mátað og bíløgd hjá Abel í Týsklandi.
- Klæðið framman og aftan verður dampað út og turkað
- Nýggjur kashmirtógvi í klæðið framman og aftan.
- Teir svørtu tangentarnir úr íbenviði verða slípaðir og oljuviðgjørdir við vaselinolju.
- Fílabeinstangentarnir verða slípaðir og pussaðir um neyðugt.
- Klaviaturramman verður reinsað.
- Mekanikkurin verður settur saman og kannaður.
- Nýggir hamarsleggir verða settir í.
- Hamarshøvd verða sett á
DOYVARAR UMVÆLDIR
- Doyvaratógvi verður skavaður av.
- Doyvaraleggir verða pussaðir, eins og íbenviður verður pussaður.
- Nýggjur háorientalur doyvaratógvi verður límaður á við heitum lími.
- Doyvarastýrið fær nýtt klæði.
Tá alt instrumentið er sett saman, verður tað kannað og eftirhugt, alt sum tað er.
REGULERING OG BYRJANARTÓNI
Tá grovari parturin er liðugur, byrjar seinasta týdningarmikla fasan, har klangurin og áslagið hjá instrumentinum verður albøtt.
- Vit spenna og smyrja allar skrúvur og mekanikklutir.
- Tangentarnir verða lagdir beint.
- Hamarshøvdini verða stillað, so klangurin verður albøttur.
Tá umvælingin er at enda, verður instrumentið fínstemmað, og kabinettið verður pussað og møguliga beisað, um eingin glansur er.
EFTIR AVHENDING
Eftir avhending skal instrumentið laga seg eftir inniluftini hjá tygum. Instrumentið arbeiðir og broytist eftir hitanum og luftvætuni.
Mælt verður til at hava ein vætumátara og altíð hava luftvætuna á umleið 45-70%, so instrumentið fær so frægar umstøður sum til ber.