LEIGA EITT KLAVER
At keypa eitt klaver kostar nógv og er ein stór avgerð at taka, um tú ikki ert heilt vísur í, at tað er tað tú vilt. Tí hevur tú møguleika at leiga eitt klaver við stórum fyrimunum.
At leiga eitt klaver, sum hóskar til tín, er púra rentufrítt. Tað fevnir um ein 2-ára sáttmála við møguleika at keypa instrumentið fyri restupphæddina. Sáttmálin fevnir eisini um 2 ferðir flutning, so tað verður koyrt til dyrnar. Sáttmálin kann uttan eykaútreiðslur verða uppsagdur eftir einum ári.
HER KEMUR EITT DØMI UM LEIGU AV KLAVERI:
Gert tú sáttmála um leigu av einum klaveri, byrjar tú við at gjalda 7.300 kr. Upphæddin er gjald fyri tveir flutningar á 3.500 kr. og 300 kr. í fyrisitingarútreiðslum.
Tú byrjar nú við at leiga tað instrumentið, tú hevur valt, í 24 mánaðir. Mánaðarleigan svarar til 1/60 av vegleiðandi útsøluprísinum. Um tú til dømis velur eitt instrument, ið kostar 22.900 kr., skalt tú sostatt gjalda 382 kr. um mánaðin.
Tú ert í minsta lagi bundin av leigusáttmálanum í 12 mánaðir. Síðani stendur tær frítt fyri at siga
hann upp uttan fleiri útreiðslur.
Tá 24 mánaðir eru farnir, seta vit okkum í samband við teg fyri at vita, um tú hevur hug at skifta til ein keypssáttmála. Í tí føri fært tú alla leiguupphæddina endurgoldna, so tú kanst brúka hana sum útgjald.
Eftir hetta heldur tú antin fram í 36 mánaðir afturat við sama gjaldi ella keypir instrumentið fyri restupphæddina. Og so er instrumentið títt. Tú fært sjálvandi tær 3500 kr., sum tú ikki brúkti til flutning aftur til okkara, mótroknaðar í teimum seinastu gjøldunum … Lætt og einfalt!